Gummistivlar eru ikki altíð framleiddir úr gummi. Til dømis eru fleiri bíligir barnastivlar framleiddir úr bleytum PVC við ftalatum, ið kunnu vera skaðilig fyri umhvørvi og heilsu.
Gummistivlar kunnu vera úr gummi ella úr PVC. Gummi kann entin vera natúrgummi (latex) ella kunstgummi. Náturgummi er framleitt úr gummi frá gummiplantum, meðan kunstgummi er framleitt úr ráolju og gassi.
Stivlabuksur – ella waders - sum serliga vera brúktar til frítíðarfiskiskap, eru ofta framleiddar úr bleytum PVC.
Um tú vilt sleppa undan at dálka umhvørvið, so er best at keypa gummistivlar og stivlabuksur, ið ikki innihalda PVC og ftalat. Nógv sløg av stivlum eru til keyps, sum eru framleiddir úr tilfari, ið ikki hevur stórvegis árin á umhvørvið.
Gummistivlar úr náttúrugummi eru betri fyri umhvørvið enn formstoyptir PVC-stivlar. Men ofta kann vera trupult at vita, hvørjum tilfari stivlarnir eru úr - spyr teg tí fyri innan tú keypir.
Umhvørvismerkini gera tað lætt og skjótt at finna umhvørvisvinarligar vørur klæði. Les meira um umhvørvismerkir her. Tá ein vøra er merkt við Blómuni ella Svananum, er tað trygd fyri:
Tíanverri eru enn ongir svana- ella blómumerktir gummistivlar á søluhyllunum.
Stivlar, sum eru reinir og lítið brúktir, og sum onnur kunnu endurnýta, kunnu latast til endurnýtsluhandlar (t.d. Bláa Kross, Reyða Kross og Iktys) ella til loppumarknaðir.
Gummistivlar og waders úr PVC plasti skulu ikki burturbeinast sum vanligt húsarhaldsburturkast, men skulu latast inn og tyrvast. Les meira um burturbeining av burturkasti.
Vit tú vita meira? Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella skriva til okkara á us@us.fo |
|